Føroyar vunnu á Malta

Føroyar vunnu á Malta
Triðja umfar á talvolympiaduni var í dag
Føroyar hava vunnið tveir dystir og tapt ein á talvolympiaduni higartil
 
26.09.2018 - 18:20

Føroyar vunnu í dag á Malta í triðja umfari á talvolympiaduni í Georgia.

Úrslitið var 2½-1½. Carl Eli Samuelsen vann á fjórða borði og gjørdist føroyskur sigursharri í dystinum. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Martin Poulsen telvaðu allir javnt.

 

Hægri styrkitøl
Føroysku telvararnir høvdu væl hægri styrkitøl enn mótstøðumenninir, men fingu kortini harða mótstøðu á øllum borðum. 

Føroyar hava vunnið tveir dystir og tapt ein á talvolympiaduni higartil. Fjórða umfar verður í morgin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652