Fer ikki at banna springaradrápið

Fer ikki at banna springaradrápið
Sama lóggáva er galdandi fyri springarar sum fyri grind, og tað hevur landsstýrismaðurin onga ætlan um at broyta
 
27.09.2018 - 18:27

Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur ongar ætlanir um at banna springaradrápi. Tað sigur hann í svari til Kaj Leo Holm Johannesen, tingmanni úr Sambandsflokkinum, sum hevur sett landsstýrismanninum grein 52a fyrispurning um springaradráp. 

Kaj Leo Holm Johannesen vil millum annað vita, um somu lógarásetingar eru galdandi fyri springaradráp sum grindadráp, og um nakrar vegleiðandi reglur eru fyri, hvar springarar skulu haldast til, nær teir skulu haldast til, og um krøv er til útgerð til dráp av springarum.

Kaj Leo Holm Johannsesen spyr haraftrat um, hvørjar reaktiónir almennu Føroyar hava fingið úr útlandinum í sambandi við springaradrápið í Hvalvík 11. september 2018, og um brot er framt á lógina í Hvalvík hendan dagin.

Í svarinum skrivar landsstýrismaðurin, at lógin um grindadráp er galdandi fyri springara eisini, og tað merkjur at allar ásetingar um grindadráp eisini eru galdandi fyri springaradráp. 

Um ávíst brot er framt á grindalógina ella grindakunngerðina í Hvalvík 11. september er fyri ákæruvaldið at taka støðu til og ikki fyri landsstýrismanin, sigur Høgni Hoydal í svari sínum. 

Hann sigur eisini, at hann ongar ætlanir hevur um at broyta lógina, og at tað tískil framhaldandi verður loyvt at drepa springara, eins og tað er loyvt at drepa grind.

Í svarinum uppá hvørjar reaktiónir almennu Føroyar hava fingið uppá springaradrápið í Hvalvík, svarar landsstýrismaðurin, at í døgunum aftaná drápið í Hvalvík vóru túsundtals mótmæli á sosialum miðlum móti føroyskari hvalaveiðu. Talið av mótmælum og miðlaumrøðan er tó ikki størri í vavi, enn vit hava upplivað fyrr, og mótmælini og umrøðan hava áður verið fleiri og størri. 

Fiskimálaráðið hevur fingið eitt teldubræv um áheitan um at steðga springaradrápi og Løgmansskrivstovan hevur fingið 282 mótmælisskriv millum 11. og 19 september. Tey flestu av hesum frá somu heimasíðu og eru tey eins.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið og www.whaling.fo hava fingið nøkur fá mótmælisskriv í kjalarvørrinum á springaradrápinum. Uttanríkis- og vinnumálaráðið upplýsir, at reaktiónirnar sum heild hava verið tær somu, sum hava verið í sambandi við grindadráp seinnu árini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858