Taka nú arbeiðið við langhylinum uppaftur

Taka nú arbeiðið við langhylinum uppaftur
Tórshavnar Býráð útsetti arbeiðið við langhylinum í eitt ár, men tekur nú arbeiðið uppaftur. Hann verður liðugur seint í 2021
 
27.09.2018 - 18:34

Tórshavnar Kommuna tekur nú arbeiðið við langhylinum í Gundadali upp aftur. 

Kommunan fer á býráðsfundi í kvøld at játta 5 milliónir til arbeiðið, so fyrireikingarnar kunnu fara í gongd, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Býráðsfundur verður í Tórshavnar Kommunu í kvøld klokkan 18 og tá skal millum annað ein serstøk nevnd setast at arbeiða við langhylinum. 

Býráðið boðaði í februar frá, at langhylurin varð útsettur í eitt ár, tí kommunan hevði ov nógvar stórar verkætlanir í gongd í senn, eitt nú Skúlan á Fløtum og Musikskúlan.

Tá var sagt, at arbeiðið at gera ein langhyl varð útsett til árslok í 2018 og at byggingin var útsett til 2021.

Hendan tíðarætlan er enn galdandi sigur Annika Olsen. 

- Projekteringin tekur níggju mánaðir og verður sostatt ikki liðug fyrr enn seint í 2019. Eftir hetta verður arbeiðið at byggja nýggju høllina síðani boðið út. 

Hylurin verður eftir hesi ætlan liðugur seint í 2021

Býráðið skal á fundinum í kvøld eisini viðgerða serstaka byggisamtykt fyri Klingrutjørn 2, íbúðarbygging undir Kongavarða, og keyp av nýggjum stigabili til Brandstøðina.
 
Haraftrat verður fíggjarætlanin fyri 2019 løgd fram.

Býráðsfundurin kann stroymast frá heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652