Fleiri flóttar flyta úr Danmark aftur

Fleiri flóttar flyta úr Danmark aftur
Tøl frá donsku flóttafólkahjálpini vísa, at alsamt fleiri flóttafólk og tilflytarar flyta úr aftur Danmark, nú lummapengastuðulin er komin í gildi.
Inger Støjberg, sum er útlendinga- og integrasiónráðharri, fegnast um, at talið av fráflytandi flóttafólkum er vaksandi.
 
28.09.2018 - 11:13

Lyftið um lummapengar fær alsamt fleiri flóttafólk og tilflytarar at flyta úr Danmark og heimaftur til heimalandið. Tað vísa tøl frá donsku flóttafólkahjálpini, sambært Kristliga Dagblaðnum.

Stuðulin snýr seg um útreiðslur til flogferðaseðil og at flyta. Eisini fáa persónarnir 133.866 krónur í ískoyti til at fóta sær í heimlandinum aftur.

Nýggj tøl vísa, at meðan umleið 150 persónar fingu henda stuðul í 2014 og 2015, er talið av flóttafólkum og tilflytarum, sum flyta heimaftur við peningi frá donsku myndugleikunum, nú 300 í 2016 og 2017.

Og nógv bendir á, at gongdin heldur fram í 2018. Til august hava 232 persónar higartil tikið ímóti stuðulin.

Danski útlendinga- og integratiónsráðharrin, Inger Støjberg, úr Vinstraflokkinum, fegnast.

- Vit síggja hækkingina, og tað er jaligt, nú tølini hava verið nokkso jøvn í fleiri ár, sigur Støjberg við Kristiliga Dagblaðið.

- Mítt høvuðsmál er, at fólkini, sum sleppa heim og kanska ongantíð hava funnið seg til rættis í Danmark, fáa møguleika at byrja av nýggjum í heimlandinum. Eru tey ikki fallin til her, er eingin meining í, at tey skulu vera her, sigur Inger Støjberg.

Asyl-stjórin hjá donsku flóttafólkahjálpini, Eva Singer, hevur onga greiða grundgeving fyri, at talið av teimum, sum fáa henda stuðul, veksur. 

- Vit vita, at fleiri úr Somalia hava mist uppihaldsloyvið, og tað kann hava skapt óvissu hjá teimum, so tey venda heimaaftur, sigur Eva Singer við Kristiligt Dagblað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851