Kina avrættar barnagentu

Kina avrættar barnagentu
Kina hevur avrættað eina kvinnu, tí hon skal hava sett eld á bústaðin, har hon arbeiddi sum barnagenta. Trý børn og mamman doyðu í eldinum.
 
28.09.2018 - 11:21

35 ára gamla Mo Huanjing varð dømd sek í eldáseting og manndrápi, tí fýra fólk lótu lív í eldinum í juni 2017. 9. februar í ár varð hon dømd deyðarevsing. Fríggjadagin tann 21. september varð Mo tikin av døgum. 

Mo Huanjing var fátækur tilflytari í landspartinum Guangdong. Hon var bundin av spæli og stjól skreytlutir og lænti pengar frá ríku familjuni, sum hon arbeiddi hjá, so hvørt sum spæliskuld hennara vaks.

Á rættarfundinum í Hangzhou í Zhe-jiang-landspartinum, kom fram, at hon skyldaði framiljuni 300.000 kinesiskar yuan, sum svarar til 275.000 krónur.

Í rættinum greiddi Mo frá, at hon hevði ætlanir um at sløkkja eldin sjálv, men eldurin breiddi seg skjótt, at hon rýmdi úr marglætisíbúðini á 18. hædd í einum bygningi í miðbýnum í Hang-zhou. 

Trý børn, 6, 9 og 11 ár og mamman, megnaðu ikki at koma út. Pápin var ikki heima, tá eldurin herjaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819