Toskakvotan hækkar

Toskakvotan hækkar
Føroyar fáa meira av toski á Flemish Cap komandi ár.
 
28.09.2018 - 06:21

Heildarkvotan av toski á Flemish Cap hækkar upp í 17.500 tons. Tað gjørdi NAFO av á ársfundinum í seinastu viku, boðar uttanríkis- og vinnumálaráðið frá í tíðindaskrivi.

Tað merkir, at føroyska kvotan á Flemish Cap eisini hækkar. Føroyar eiga 22.35 % av heildarkvotuni. Føroyska kvotan, sum  í dag er 2.492 tons, hækkar tí 1.420 tons, og verður 3.911 tons.

Í nýggja vísindaliga tilmælinum varð mett, at heildarkvotan fyri tosk á Flemish Cap fyri 2019 kundi hækka úr 11.145 tonsum upp til í mesta lagi 20.800 tons. Tilmælið staðfesti eisini, at helst fór ein so stór hækking at hava við sær, at heildarkvotan fyri 2020 skuldi lækka niður í 12.400 tons.       

Heildarkvotan fyri tosk á Flemish Cap verður  ásett eitt ár í senn. 

Føroyska kvotan fyri svartkalva og kongafisk er óbroytt. Føroyar eiga 211 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski á Flemish Cap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584