Eingin svensk stjórn skipað enn

Eingin svensk stjórn skipað enn
Tríggjar vikur eru farnar síðani Ríkisdagsval var, og enn eru eingi útlit fyri, at nýggj stjórn verður skipað.
Stefan Løfven úr Javnaðarflokkinum hevur stjórnað Svøríki seinastu fýra árini. Flokkur hansara misti tó nógvar atkvøður til Ríkisdagsvalið.
 
30.09.2018 - 12:30

Nú tríggjar vikur eru farnar síðani ríkisdagsval var í Svøríki, eru eingi útlit fyri, at nýggj stjórn verður skipað, og samstundis verður tosað um, at nýval er einasta loysnin.

Formaðurin í Ríkisdegnum, Andreas Norlen, hevur hitt formenninar í øllum teimum átta flokkunum, og niðurstøðan hjá honum er, at langt er mál við nýggjari stjórn.

Eftir svensku grundlógini hevur ríkisdagsformaðurin fýra møguleikar at fáa eina stjórn, sum ikki fellur við eina atkvøðugreiðslu í ríkisdegnum.

Neyvan ein borgarlig stjórn

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven tapti eina atkvøðugreiðslu í ríkisdegnum, og tí verður tað formaðurin í Moderatarna, Ulf Kristersson, sum fær fyrsta møguleikan at skipa stjórn. Men hann hevur ikki neyðugan meiriluta á borgarliga veinginum.

Hann kann fáa stuðul frá Svøríkisdemokratunum, men hvørki Liberali flokkurin ella Centerflokkurin vilja vita av Svøríkisdemokratunum sum stuðulsflokki. Tað hevur forkvinnan í Centerflokkinum, Annie Løøf longu gjørt greitt. Tí eru smá útlit fyri eini borgarligari stjórn.

Løfven ongan meiriluta

Gongur tað ikki, so fær Stefan Løfven úr Javnaðarflokkinum møguleikan. Hann hevur stjórnað Svøríki seinastu fýra árini saman við Umhvørvisflokkinum, men báðir flokkarnir mistu nógvar atkvøður við seinasta valið, og hóast Vinstriflokkurin fer upp í samstarvið, so hava flokkarnir ikki meiriluta.

Løfven hevur longu rætt hondina til borgarligu flokkarnar, Liberala Flokkin og Centerflokkin, men báðir flokkarnir søgdu í valstríðnum, at teirra fremsta mál var at fáa Javnaðarflokkin frá valdinum.

Ein møguleiki, sum verður nevndur, er, at Stefan Løfven letur forsætisráðharrasessin til forkvinnuna í Centerflokkinum, Annie Løøf, men tað verður mett sum ein næstan ómøgulig avgerð.

Langt millum flokkarnar

Tað er langt millum borgarligu flokkarnar og Vinstraflokkin, sum má vera stuðulsflokkur.

Formaðurin í Vinstraflokkinum hevur eisini sagt, at flokkurin ikki fer at atkvøða fyri einari stjórn, sum flokkurin ikki er partur av.

Møgulig minnilutastjórn

Politiskir eygleiðarar í Svøríki siga seg kunna hóma eina minnilutastjórn ímillum Moderatarna og Kristiliga Fólkaflokkin, men støðan hjá eini slíkari stjórn verður veik. Teir hava so fyri neyðini at fáa stuðul frá Svøríkisdemokratunum.

Í Svøríki rokna fólk við, at stjórn verður skipað eftir eitt val, og tí kann ein neyðloysn vera, at Javnaðarflokkurin og Moderatarnar finna saman av neyð, og leita sær so stuðul bæði á vinstra- og høgraveinginum.

So kunnu Svøríkisdemokratarnir haldast uttanfyri ábyrgd, men spurningurin er so, hvat hendir, tá val verður aftur í 2022.

Vil einki siga um, hvør sleppur at skipa stjórn

Formaðurin í Ríkisdegnum hevur havt fund við floksformenninar, men hann vil enn einki siga um, hvønn hann fer at mæla til at skipa stjórn. Hann skal hitta floksformenninar aftur týsdagin.

Fær hann ikki flokkarnar at semjast um stjórn, so kann hann útskriva nýval ella eykaval, sum tað eitur í Svøríki.

Verður hann noyddur til tað, so er tað fyrstu ferð í svensku søguni, at nýval verður, tí tað ikki eydnast at skipa stjórn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819