- Tíðindi, mentan og ítróttur
Luna fer skjótt at byggja landstøð
04.10.2018 - 14:02
Aktuelt›Vinna
Luna fer skjótt at byggja landstøð
Partafelagið Luna hevur fingið byggiloyvi frá Vága kommunu til eina landstøð á havnarlagnum í Miðvági

Atli Gregersen er stjóri í Luna
Mynd: © savnsmynd
Bygningurin verður 400 fermetrar.
Størri parturin verður goymsla til útgerð, sum alifyritøkan brúkar.
Hitt verða umstøður hjá starvsfólki. Har verða millum annað umstøður til at skifta, áðrenn farið verður út á aliøkið.
Atli Gregersen, stjóri í Luna, sigur, at hann veit ikki, nær byggingin byrjar, men tað verður sum skjótast, sigur hann.
Hann sigur, at umstøðurnar í Miðvági eru ikki nóg góðar sum er.
Luna leigar høli í Miðvági, men ætlar nú at byggja sítt egna.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV