33 ára gamli maðurin játtar seg nú sekan

33 ára gamli maðurin játtar seg nú sekan
Maðurin er skuldsettur fyri at hava meiri enn 138.000 barnapornografiskar myndir og meira enn 2.400 barnapornigrafisk filmsbrot, í varðveitslu
 
05.10.2018 - 17:46

Málið verður tí koyrt í rættin sum játtanarmál. Tá so er, verður einki ákærurit skrivað, men í staðin skrivlig skuldseting, sigur Linda Hesselberg, varafúti.

33 ára gamli maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava víðarisent myndir og filmar av óvanliga grovum slag. Maðurin hevur ikki framleitt tilfar sjálvur, sigur Linda Hesselberg, varafúti.

Tað er National Cyber Crime Center í Danmark, sum boðaði løgregluni í Føroyum frá um málið. 

Upprunaliga noktaði maðurin seg sekan í at hava myndir av allar grovasta slag. Verjin hjá manninum bað um at síggja próvtilfarið og gjøgnumganga tað saman við manninum. Og tað hava tey rætt til, og tað verður gjørt saman við ákæruvaldinum og løgregluni, sigur Linda Hesselberg. 

Eftir tað boðaði verjin frá, at maðurin játtar seg sekan í skuldsetingunum.

Sum sagt, - einki ákærurit verður skrivað, men nú verður áheitan um rættarfund send Føroya rætti saman við skrivligari skuldseting.

Tá verða eingi vitni avhoyrd, eingin próvførsla verður, men prógvini skulu dokumenterast, so at dómarin sær, at játtanin er grundað á tilfarið.

Nú fer ákæruvaldið at kanna líknandi dómar.

Linda Hesselberg vil ikki siga, hvørja revsing ákæruvaldið fer at krevja, men talan verður um stranga fongsulsrevsing, og pástandur um revsing verður ikki niðanfyri tvey ár.

Hon vísur á, at kynsligur ágangur steðgar vanliga, tá skemmarin verður tikin, men í hesum førinum er støðan ein heilt onnur.

- Tá metast skal um revsingina, so taka løgregla og ákæruvaldið við í metingina, at talan er um myndir og filmar, sum fara at ferðast á netinum - eisini um nógv ár. Og tá hesi børn verða vaksin, kunnu tey koma at standa andlit til andlits við myndirnar. Onkur hevur framleitt hvørja einastu av hesum myndum og filmum, tí ein marknaður er fyri hesum. Myndirnar og filmarnir eru til á netinum og verða áhaldandi deild á netinum. Og hvørja fer onkur tekur niður og hyggur at hesum tilfari, er talan um kynsligan ágang. Tí verður revsingin grundað á, at tað at deila myndirnar við onnur, er tað sama sum áhaldandi kynsligur ágangur, sigur Linda Hesselberg, varafúti.

Enn er ikki ásett, nær rættarfundurin verður.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851