Haarde í Heimsbankan

Haarde í Heimsbankan
Fyrrverandi íslendskur forsætisráðharri tekur við nevndarsessi í Heimsbankanum 1. juli komandi ár.
Geir Haarde verður nýggjur nevndarlimur í altjóða fíggingarstovni, ið lænir londum pening.
Mynd: Savnsmynd  
 
07.10.2018 - 14:59

Geir Haarde, ið var stjórnarleiðari, tá ið íslendski búskapurin var fyri hóttafalli í 2008, er í løtuni sendiharri í USA.

Í summar fer Geir Haarde úr hesum starvi, tí hann skal sita í nevndini í Heimsbankanum.

Norðurlond og Baltalond skiftast um sessin í Heimsbankanum, sum hevur sæti í Washington. Nú stóð Ísland fyri tørni.

Geir Haarde verður búgvandi í Washington, har hann hevur virkað sum sendiharri síðan 2015.

Geir Harde varð í 2012 funnin sekur í at hava tagt á stjórnarfundum, hóast hann visti um trupulleikar hjá íslendsku bankunum og møguligar avleiðingar fyri búskap landsins.

Haarde fekk onga revsing vegna linkandi umstøður. Hann kærdi kortini skuldarspurningin til evropiska mannarættindadómstólin í Strassborg, og fekk ikki viðhald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851