Taptu við tveimum málum

07.10.2018 - 14:26
ÍtrótturHondbóltur
Taptu við tveimum málum
Finnland vann eisini seinna venjingardystin ímóti Føroyum
 

Manslandsliðið í hondbólti tapti eisini seinna dystin ímóti Finnlandi. Úrslitið bleiv 27-25 til vertirnar.

Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, har liðini fylgdust mál um mál. Í løtum vóru Føroyar á odda við einum máli og í løtum Finnland.

Síðstu 10 minuttirnar øktist munurin. Føroyar brendu nakrar upplagdar møguleikar og fingu eina útvísing. Finnland var á odda 15-12 í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki fór Finnland undan Føroyum á máltalvuni, men tað eydnaðist tó móti endanum at minka munin niður í tvey mál.

Føroyski landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, heldur seg tó hava fingið nógv burturúr

– Vit eru ónøgdir við úrslitið, men vit hava fingið nógv burtur úr túrinum, sum vit kunnu gangnýta til fyrireikingarnar móti Montenegro og Danmark seinni í mánaðinum, sigur Sonni Larsen við hsf.fo

Toppskjútti fyri Føroyar bleiv Peter Krogh við sjey málum.

Finnland og Føroyar spældu eisini venjingardyst í gjár. Tá vann Finnland 29-24.

Føroyar spæla EM-undankappingardyst móti Montenegro 24.oktober.

27.oktober er aftur EM-undankappingardystur, tá er Danmark mótstøðuliðið.

 

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. juni
3-2
95742
Mánadag 17. juni
EM hondbóltur: Føroyar - Montenegro
95713
Mánadag 17. juni
Andaktin
95706
Sunnudag 16. juni
EM hondbóltur: Danmark - Føroyar
95711
Mikudag 12. juni
Minnist tú enn? (13:13)
26422