Sjóvinnustýrið verður í Vágum

Sjóvinnustýrið verður í Vágum
Stovnurin fær nýggj høli í Vága kommunu, men byggingin er útsett, tí so nógv ferð er á búskapin, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður
Fyribils heldur Sjóvinnustýrið til í leigaðum hølum í Havn
 
08.10.2018 - 07:10

Sjóvinnustýrið fer at húsast í nýggjum hølum í Vágum, men byggingin er útsett, tí samgongan hevur gjørt av at drýggja summar íløgur.

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, í svari til Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum, sum spurdi, nær farið verður at byggja nýggjan bygning til Sjóvinnustýrið.

Poul Michelsen sigur, at nógv ferð er á búskapinum, og tað merkir, at torført er at útvega arbeiðsmegi í byggivinnuni. Kostnaðurin fyri byggiarbeiði setur eisini met. 

- Sjálvsagt er lættast at útseta íløgur, har byggingin ikki er byrjað, og tí er bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum ein teirra, har minni er sett av til íløgu, sigur Poul Michelsen.

Broytist støðan í byggivinnuni, ber til at seta meira ferð á, og størri játtan kann fáast í 2020, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum. 

Verður í Vága kommunu

Hann sigur, at eingin ivi er um, at Sjóvinnustýrið fer at húsast í nýggjum hølum í Vágum. Peningur er settur av til verkætlanina í 2019.

Bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum verður bygdur í Vága kommunu, og Landsverk er farið at útvega grundøki. 

Verkætlan verður gjørd, og ætlanin er eisini at gera økið byggibúgvið, sigur Poul Michelsen í svarinum til Jørgen Niclasen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851