Vørugjaldið sent til innheintingar hjá Havsbrún

Vørugjaldið sent til innheintingar hjá Havsbrún
Fuglafjarðar kommuna hevur nú mist tolið við Havsbrún, og hevur sent kravið um vørugjaldið til innheintingar.
 
08.10.2018 - 12:37

Talan er um 7,6 milliónir krónur í vørugjaldið, sum Fuglafjarðar kommuna hevur sent til innheintingar. 

Kravið røkkur aftur til juli í fjør, tá kommunan tók við havnarlagnum, sum Havsbrún brúkar.

Sonni á Horni, borgarstjóri, váttar, at kravið um vørugjaldið er nú sent til innheintingar.

Vørugjaldið er 15 krónur fyri tonsið av fiski, sum Havsbrún keypir, og 18 krónur fyri tonsið, sum Havsbrún selur.  

Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, váttar eisini, at kravið er sent til innheintingar, og tað gongur sína gongd.

Men Havsbrún er til reiðar at tingast við kommununa um gjaldið.

Fæst ikki semja, endar málið í rættinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652