Ballon d'Or-tilnevningar kunngjørdar

09.10.2018 - 11:28
ÍtrótturFótbóltur
Ballon d'Or-tilnevningar kunngjørdar
Fyri fyrstu ferð eru kvinnur eisini í uppskoti um at gerast Ársins fótbóltsleikari í Evropa, tá Ballon d'Or virðislønin verður latin seinni í ár.
Danska Pernille Harder er í uppskoti at gerast ársins besti kvinnuligi fótbóltsleikari.
 

Í gjárkvøldið kunngjørdi France Football, sum letur virðislønina, hvørjar 14 kvinnur eru í uppskoti at vinna heiðurin.

Fyrstu ferð, Ballon D'or-virðislønin varð latin, var í 1956. 

Øll árini hevur virðislønin bara verið latin monnum, men í ár verður hon latin bæði kvinnum og monnum, og tað verður 3. desember.

Millum tær tilnevndu eru danska Pernille Harder og norska Ada Hegerberg. Hinar eru: Lucy Bronze, Amandine Henry, Lindsey Horan, Sam Kerr, Fran Kirby, Saki Kumagai, Dzenifer Marozsan, Amel Majri, Marta, Lieke Martens, Megan Rapinoe, Wendie Renard og Christine Sinclair

Tað eru fótbóltsjournalistar, sum atkvøða um, hvør skal fáa Ballon d'Or-heiðurslønina.

Hjá monnum eru 30 fótbóltsspælarir tilnevndir. Teir eru:

Sergio Aguero, Alisson, Gareth Bale, Karin Benzema, Edinson Cavani, Thibaut Courtois, Cristiano Ronaldo, Kevin De Bruyne, Roberto Frimino, Diego Godin, Antoine Griezmann, Eden Hazard, Isco, Harry Kane, N’Golo Kante, Hugo Lloris, Mario Mandzukic, Sadio Mane, Marcelo, Kylian Mbappe, Lionel Messi, Luka Modric, Neymar, Jan Oblak, Paul Pogba, Ivan Rakitic, Sergio Ramos, Mohamed Salah, Luis Suarez og Raphael Varane.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. august
Credo: Nýggjur hirði í Vestmanna
97949
Leygardag 24. august
Vælgagnist
97986
Fríggjadag 23. august
Tingið: Framtakið
97967
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. august
Andglettur - Tjóðveldi
97974
Hósdag 22. august
Andglettur - Framsókn
97938
Týsdag 20. august
Andglettur - Framtakið
97851
Mánadag 19. august
Andglettur - Miðflokkurin
97805