Svartkjaftur lutaður út til vinnuligar royndir

Svartkjaftur lutaður út til vinnuligar royndir
Kunngerðin um svartkjaftaveiðu verður broytt fyrsta dagin, so 8.382 tons verða at býta til royndir og verkætlanir.
 
09.10.2018 - 09:44

Svartkjaftur verður nú eisini lutaður út til vinnuligar royndir í ár.

Kunngerðin um svartkjaftaveiðu verður broytt fyrsta dagin, so 8.382 tons verða at býta til royndir og verkætlanir.

Umsóknarfreistin er á middegi 22. oktober.

Serstakur dentur verður lagdur á menningar- og nýskapanarvirði og virðisøking, sigur Fiskimálaráðið.

Í summar býtti Fiskimálaráðið 1.925 tons av makreli og 3.700 tons av sild til vinnuligar fiskiveiðiroyndir.

Fiskimálaráðið fekk tíggju umsóknir um makrelkvotuna, tær vóru 9.900 tons. Fiskimálaráðið játtaði fimm umsóknum.

14 umsóknir vóru um sildina, 19.850 tons, men seks fingu sild.

Avgerðirnar vórðu tiknar eftir innanhýsis viðgerð í Fiskimálaráðnum og í samráð við Havstovuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585