Grannskoðaravirki fingið bót

Grannskoðaravirki fingið bót
Grannskoðaravirkið Januar og Hans Laksá, grannskoðari, hava fingið hundraðtúsund krónur í bót.
 
10.10.2018 - 07:43

Ein grannskoðari kann ikki grannskoða ein roknskap, sum hann sjálvur hevur verið við til at gera.

Tað hevur Grannskoðaranevndin staðfest við einari sekt upp á 100.000 kr. til Hans Laksá, grannskoðara, sum arbeiðir hjá grannskoðanarvirkinum Januar.

Hans Laksá góðtekur sektina og fer ikki í Føroya rætt við henni.

Men hann er als ikki samdur við Grannskoðaranevndina, sigur hann í tíðindaskrivi.

Sektin er latin, tí sambært Grannskoðaranevndini hevur Hans Laksá hjálpt einum viðskiftafólki at gera roknskapin, sum hann síðani sjálvur hevur grannskoðað.

Hann hevur tí brotið regluna um óheftni, sigur Grannskoðaranevndin.

Hans Laksá sigur, at hann hevur bara hjálpt við elektronisku uppsetingini, so roknskapurin var samsvarandi nýggju roknskaparreglunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802