Landssjúkrahúsið fær 14 milliónir afturat

10.10.2018 - 08:40
AktueltPolitikkur
Landssjúkrahúsið fær 14 milliónir afturat
Løgtingið hevur samtykt eykajáttan til Landssjúkrahúsið.
 

Landssjúkrahúsið fær 14 milliónir krónur afturat í ár.

Tað samtykti løgtingið í gjár.

Tað serstaka er, at samgongufólk samtyktu eitt uppskot frá tveimum andstøðulimum, sum kostar landskassanum pengar.

Landsstýrið mælti til at játta Landssjúkrahúsinum tíggju milliónir krónur, men samgongan vildi heldu játta fýra milliónir krónur meira, sum tveir andstøðulimir, Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum og Bill Justinussen í Miðflokkinum, skutu upp.

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Jacob Vestergaard og Kristin Michelsen, mælti tó til at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, bað løgtingið um tíggju milliónir krónur til Landssjúkrahúsið, sjey milliónir til raksturin og tríggjar milliónir til serviðgerðir uttanlands.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur annars sagt, at taka samgongufólk undir við uppskoti hjá andstøðuni, sum kosta nógvar pengar, er eingin samgonga longur

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Mono 23. apríl 2020
109456
Hósdag 28. mai
Mono 16. apríl 2020
109455
Hósdag 28. mai
Breddin
109454
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Modern Era", Teitur
109451
Hósdag 28. mai
Nón 28.mai 2020
109447
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Úr savninum: Slóðarar 7:7
109459
Mikudag 27. mai
Vit venja við - 2
109392
Mánadag 25. mai
3-2
109292