Fyrireika tunnilsmunnan

Fyrireika tunnilsmunnan
Nú verður farið at fyrireika tunnilsmunnan á Rókini til Eysturoyartunnilin.
 
11.10.2018 - 07:13

Runavíkar kommuna sigur, at borað og sprongt verður næstu dagarnar.

Í fyrstu syftu verður borað í einar 14 dagar, so klárt er at gera betongmunnan.

Byrgt verður av við í minsta lagi 100 metra frástøðu, og blást verður í lúður, áðrenn sprongt verður, sigur Runavíkar kommuna.

Nú eru tilsamans 7.444 metrar sprongdir í Eysturoyartunlinum, sum verður góðar 11 kilometrar langur.

3.640 metrar eru sprongdir frá Streymoyarlandinum, og umleið 1200 metrar eru sprongdir frá rundkoyringi suðuri ímóti Hvítanesi.

Frá rundkoyringini til Rókina eru sprongdir tilsamans 980 metrar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585