Ein frammaná á heimavølli

Ein frammaná á heimavølli
Føroyar taptu greitt 0-3 fyri Aserbadjan í Nations League dystinum á Tórsvølli. Eitt stórt vónbrot
Føroyska vónbrotið var sera stórt eftir 0-3 tapið fyri Aserbadjan á Tórsvølli hóskvøldið
 
11.10.2018 - 20:17

Føroyar fingu ein frammaná á Tórsvølli í triðja Nations League dystinum í móti Aserbadjan.

Upp undir dystin varð sagt, at hetta var ein dystur, sum skuldi vinnast, men líka løgdu gestirnir í. Tí teir fóru avstað aftur við trimum stigum og trimum málum í móti ongum. Og harvið legði føroyska liðið rygg til stórtap á heimavølli í hesi kappingini. 

Vónbrot

Atli Gregersen, helt fyri eftir dystin, at tað føldist ikki sum eitt stórtap, tí hann helt, at liðið skapti tað, sum liðið skuldi skapa.

- Vit fáa bara ikki bóltin inn, samstundis sum vit eru ikki nóg konsekventir harafturi. Men eg havi eina betri kenslu nú enn eftir dystin í Kosovo, sjálvt um vit tapa við trimum, segði føroyski liðskiparin.

Hjálparvenjarin, Jóannes Jakobsen, hevði eisini blandaðar kenslur eftir dystin. 

- Eg skal ikki burturforklára nakað, men hetta følist ikki sum eitt 3-0 tap. Hinvegin vit hava fingið bank, og tað mugu vit bara góðtaka, segði Jóannes Jakobsen sjónliga vónbrotin.

Lars Olsen, venjari, ásannaði, at fleiri býtt mistøk vórðu gjørd í dystinum, og tað kostaði mál. Og at tað er sera trupult hjá Føroyum nú. 

- Dysturin sunnudagin verður eisini trupul, tí eg meti Kosovo vera eitt betri lið enn Aserbadjan, men vit skulu kortini royna at vinna tann dystin, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, segði landsliðsvenjarin.

Nógvar møguleikar

Føroyska liðið vassaði í møguleikum og hevði eisini bóltin meira, men kortini eydnaðist ikki at fáa mál.

Heldur vóru tað gestirnir, ið dugdu at fáa mál burtur úr sínum møguleikum og endaðu við at vinna 0-3. Richard Almeida skeyt fyrsta og triðja málið, meðan Dimitri Nazarov skeyt annað málið. Málið til 0-3 var brotsspark.

- Tá hugsað verður um tal av møguleikum, var vónin um at koma innaftur í dystin eftir steðgin, avgjørt tilstaðar, men ístaðin verða vit avbukaðir, segði André Olsen, viðmerkjari í sjónvarpsstovuni.

Føroyska liðið hevði fleiri royndir seinastu løtuna, men hepnið var ei heldur við spælarunum. Millum annað fór ein bóltur á tvørtræið, og málverjin hjá Aserbadjan hevði eisini eina stórbjarging. 

Føroyar eru nú á triðja plássi í sínum bólki í Nations League kappingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887