Viðgera bústaðir

Viðgera bústaðir
Trivnaðarnevndin fer í dag at viðgera málið, um kommunur skulu sleppa at byggja ella útvega bústaðir.
 
11.10.2018 - 07:15

Skulu kommunurnar sleppa at byggja ella útvega bústaðir til at leiga?

Tann spurningin fer Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum at viðgera í dag.

Nevndin fer at viðgera uppskotini hjá Sjálvstýri og hjá Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, um at geva kommununum loyvi til at útvega leigubústaðir.

Trivnaðarnevndin hevur nógvar innkallingar á skránni í sambandi við hetta málið.

Umboð fyri felagsskapin Búgva, smápartafelagið Mark, Kommunufelagið, Lív, Bústaðir, og umboð fyri Tórshavnar, Klaksvíkar og Fuglafjarðar kommunu eru boðin á fund við nevndina at siga sína hugsan um uppskotini hjá Sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttur.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er eisini boðsend í Trivnaðarnevndina fyrrapartin í dag. 

Annars er løgtingið farið í heystfrí.

Næsti tingfundur er týsdagin 23.oktober, og tá er eisini næsti nevndarfundur. Tá hava limirnir hjá løgtinginum í Norðurlandaráðnum fund.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718