Henry venjari hjá AS Monaco

Henry venjari hjá AS Monaco
Leygardagin varð tað almannakunngjørt, at fyrrverandi fótbóltsleikarin, Thierry Henry, verður høvuðsvenjari hjá AS Monaco.
 
13.10.2018 - 10:52

Fyrrverandi franska landsliðshetjan, Thierry Henry, hevur skrivað undir sáttmála um at verða høvuðsvenjari hjá AS Monaco. 

41 ára gamli Henry hevur seinastu tíðina verið hjálparvenjari hjá belgiska landsliðnum, men frameftir verður Henry at síggja sum venjari hjá AS Monaco. Sáttmálin er galdandi til og við summarið 2021, skrivar AS Monaco á heimasíðuni. 

Henry tekur við nýggja starvinum longu mánadagin. 

- Eg gleði meg at hitta leikararnar og byrja arbeiðið, sigur Henry við heimasíðuna hjá AS Monaco.

Fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá AS Monaco, Leonardo Jardim, varð koyrdur fyrr í vikuni eftir fleiri keðilig úrslit.

AS Monaco liggur í løtuni nummar 18 í Ligue 1, sum er besta fótbóltsdeildin í Frankaríki. 

Henry leikti í Monaco frá 1993 til 1999. Hann skoraði 28 mál í 141 dystum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652