Saudiarabiskur journalistur horvin

Saudiarabiskur journalistur horvin
Jamal Khashoggi var seinast sæddur, tá hann fór inn á sendistovuna hjá Saudiarabia í Turkalandi tann 2. oktober.
Mótmælisfólk uttanfyri saudiarabisku sendistovuna í Washington. Ein teirra skal ímyndast at vera saudiarabiski krúnprinsurin við blóð á hendrunum.
Mynd: Jim Watson / Ritzau Scanpix  
 
13.10.2018 - 15:22

Ein búskaparligur toppfundur, sum skuldi vera í Saudiarabia frá 23. til 25. oktober verður, um illa vil til, av ongum - og í øllum førum verður ikki talan um tann toppfundin, tað skuldi vera.

Orsøkin er møguliga drápið av einum journalisti. Jamal Khashoggi, sum journalisturin eitur, er seinast sæddur, tá hann fór inn á sendistovuna hjá Saudiarabia í Turkalandi. Tað var 2. oktober.

Turkisku myndugleikarnir ákæra Saudiarabia fyri at hava myrt journalistin. Saudiarabia sigur, at journalisturin var á lívi, tá hann fór av sendistovuni.

Tó siga bæði Washington Post og CNN, at turkiskar og amerikanska fregnarkeldur hava fingið fatur á bæði myndum og ljóði, sum skjalfesta drápið.

Hetta málið hevur fingið mikla altjóða umrøðu. Eitt nú hevur franski forsetin Emmanuel Macron heitt á Saudiarabia um at hjálpa til við at greiða málið.

Og nú er líkt til, at málið eisini fer at merkja ætlaða búskapartoppfundin í Saudi Arabia. 

Forsetin í Heimsbankanum hevur boðað frá, at hann ikki verður við á fundinum. Tað sama hava stórir miðlar sum New York Times, CNN og Bloomberg.

Umframt hesar miðlarnar hava umboð fyri stórar altjóða fyritøkur givið avboð. 

Khashoggi skrivaði fyri eitt nú Washington Post, og amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann fer at gera sítt til, at málið verður uppklárað.

Somuleiðis sigur Trump, at revsingin verður hørð, um tað vísir seg, at Kashoggi varð myrdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887