Føroyingar fjølgast

Føroyingar fjølgast
Alsamt fleiri fólk búgva í Føroyum. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya.
Børn avmyndað mitt í Havn, har fólkatalið veksur allarmest.
Mynd: Savnsmynd  
 
14.10.2018 - 09:00

Fólkatalið í Føroyum var 51.060 tann 1. septembur í ár. Tað er 815 fleiri enn árið fyri. Vøksturin stavar frá, at tað vórðu 257 fleiri fødd enn tað doyðu, og at 558 fleiri fólk flutti til Føroya heldur enn úr Føroyum.

Fólkatalið í Eysturoy og Tórshavn og økinum kring høvuðsstaðin hækkar mest. Í Suðuroynni verða færri fólk. Fleiri fólk búsettu seg í øllum økjum enn í Suðuroy, har tað búðu 42 fólk færri enn árið fyri. Í Sandoyar sýslu stendur tað at kalla í stað.

Í Tórshavn búðu 416 fólk fleiri 1. septembur í ár enn eitt árið frammanundan - hesin vøksturin er 2,2 prosent og meiri enn helvtin av vøkstrinum fyri alt landið. Lutvíst vaks fólkatalið mest í Eysturoyar sýslu; tann vøksturin var 2,4 prosent - serliga í Nes kommunu og Sjóvar kommunu búsettu fleiri fólk seg. Í Norðuroyggjum var hækkingin 1,5 prosent, og í Vágum og Streymoy, uttan fyri høvuðsstaðin, vaks fólkatalið eitt prosent.

Hagstovan skrivar, at veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum. Síðani er fólkatalið vaksið munandi í flestu høvuðsøkjum. Tó dragna Sandoyar sýsla og Suðuroy. Tað sæst, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: Meðan fólkatalið er vaksið 5-8 prosent í øllum hinum høvuðsøkjunum, hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroy síðsta hálvtfimta árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802