Flóð í Fraklandi kravt mannalív

Flóð í Fraklandi kravt mannalív
Í minsta lagi fimm fólk eru deyð í ringari flóð í útsynningspartinum av Fraklandi, eftir ógvusligt áarføri í nátt.
Mynd: SkyNews  
 
15.10.2018 - 09:38

Fimm fólk hava latið lív í ringari flóð í útsynningspartinum av Fraklandi eftir ógvusligt áarføri í nátt.

Reuters skrivar, at bjargingartyrlur bíðaðu eftir líkindum at bjarga fólki.

- Vit hava fólk, sum eru strandað á tekjum, og vit mugu bjarga teimum úr luftini, tí streymurin er so ógvusligur, at vit ikki kunnu røkka tey í báti, sigur eitt umboð frá landspartastjórnini við franskt sjónvarp. 

Ringa flóðin kom uttan nakra ávaring frammanundan.

Áarføri er ikki púraokent í Fraklandi hesa ársins tíð, men veðurfrøðingar siga, at óvanliga heitur sjógvur við miðjarahavsstrondina í Fraklandi helst hevur elvt til grimdarregnið nú.

Franska verðurstovan sigur, at árið higartil er tað heitasta í Fraklandi síðani ár 1900, skrivar Reuters.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672