U17 flogbóltsliðini fleiri sigrar

U17 flogbóltsliðini fleiri sigrar
Føroyska U 17-landsliðið hjá gentum í flogbólti vann í morgun ein tryggan 3-1 sigur á Svøríki. U17 dreingirnir liggja nú nummar eitt í sínum bólki
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
16.10.2018 - 13:36

Føroyska U 17-landsliðið hjá gentum í flogbólti vann í morgun 3-1 á Svøríki við settunum 25-21, 25-21, 18-25 og 25-18.

Hetta var næsti dysturin hjá teimum í norðurevropeisku kappingini í flogbólti, NEVZA, sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Í gjár spældi liðið ímóti Finlandi, og tá taptu tær 3-0 við settunum 15-25, 22-15 og 18-25, sum er tað besta úrslitið U 17 genturnar hava fingið ímót Finlandi.

Føroyar eru í bólki við Svøríki, Finlandi og Onglandi. Í hinum bólkinum eru Damark, Ísland, Norra og Grønland

Um føroyska liðið megnar at fáa annaðpláss í bólkinum, verður avgjørt í kvøld, tá Finland og Svøríki spæla klokkan 18.00.

Dreingirnir liggja nummar eitt

Føroysku U17 dreingirnir spældu í gjár og vunnu ein óvæntaðan 3-0 sigur á Svøríki.

Í dag leiktu U17 dreingirir móti Englandi, og eisini her vunnu Føroyar ein tryggan 3-0 sigur. Settini vóru 16-25, 16-25 og 21-25.

Sostatt liggja Føroyar nummar eitt í bólkinum, sum eisini telur England og Svøríki. 

Tað merkir eisini, at føroyska U17-flogbólts-landsliðið við dreingjum hevur spælt seg í hálvfinaluna, sum verður í morgin klokkan fimm.

Allir dystirnir síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858