Kanadiarar fegnast um frítt kannabis

Kanadiarar fegnast um frítt kannabis
Í Kanada er lógin um kannabis linkað. Tað merkir, at frá í dag kunnu fólk keypa kannabis til at hugna sær við, og ikki bara til medisinsk endamál.
Fólk standa í kø til at keypa sær kannabis.
Mynd: Scanpix  
 
17.10.2018 - 16:02

Og spenningurin var stórur, nú kannabis er vorðið lættari at fáa hendur á. Fleiri handlar høvdu opið á midnátt, og bíðirøðirnar vóru langar at sleppa fram at evninum. Og soleiðis ljóðaði tað, tá klokkan var farin av midnátt í einum handli í Nýfundlandi.

- Eg haldi at eg ongantíð áður havi verið so spentur um nakað, sum eg eri í nátt, segði Ian Power, sum stóð í bíðirøðini við diskin sambært hesum klippinum, sum er á heimasíðuni hjá DR.

Longu í 2001 varð tað loyvt at keypa kannabis til medisinsk endamál í Kanada, men stjórnin hjá Justin Trudeau, forsætisráðharra, hevur seinastu gott tvey árini arbeitt fyri at gera kannabis enn frælsari. Tá lógarbroytingin varð samtykt í juni í ár, boðaði Trudeau frá, at tað frá 17. oktober fór at vera loyvt at keypa og roykja ein joint.

Eitt endamál við lógini er at rudda burtur tann stóra svarta marknaðin, sum forvinnur nógvar pengar uppá at selja kannabis. 

Við lógarbroytingini kunnu borgarar yvir 18 ár hava upp til 30 gram at kannabis uppi á sær og hava upp til fýra plantur heima. 

Tey, sum selja kannabis, skulu vera serliga góðkend til endamálið. Roknað verður við, at umleið 150 handlar í Kanada fara at selja kannabis.

Kanada er næsta landið í heiminum, sum loyvir borgarum at keypa kannabis til onnur enn heilsufremjandi endamál. Í Uruguay varð loyvt at keypa kannabis í 2013. Í øðrum londum hava tey eisini linkað lógina um kannabis, men tá er tað vanliga til medisinsk endamál.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012