Spenningur undan Brexit-toppfundi

Spenningur undan Brexit-toppfundi
Forsetin í ES, Donald Tusk, hevur biðið Theresu May, forsætisráðharra, um at koma við ítøkiligum uppskotum um framtíðina til fundin í kvøld.
 
17.10.2018 - 19:25

Stórur spenningur er undan toppfundinum hjá ES í kvøld, har Brexit er høvuðsevnið.

Eingi framstig hendu í samráðingunum um vikuskiftið, sum vórðu settar á dagsskrá í eini roynd at finna semju undan toppfundinum.

Og forsetin í ES, Donald Tusk, hevur biðið Theresu May, forsætisráðharra, um at koma við ítøkiligum uppskotum um framtíðina undan fundinum í kvøld. Og neyðugt er við eini semju skjótt, so ES-londini kunnu broyta viðurskiftini í góðari tíð, áðrenn Bretland fer úr ES í mars næsta ár.

Smá útlit fyri semju

Undan fundinum sigur Donald Tusk, at smá útlit eru fyri nakrari semju í løtuni, tí einki spurdist burturúr fundinum um vikuskiftið ímillum bretska samráðingarleiðaran, Dominic Raab, og samráðingarleiðaran hjá ES, Michel Barnier.

- Frágreiðingin, sum eg fekk frá Barnier, gevur ikki ábendingar um, at nakað stórvegis hendi á fundinum um vikuskiftið, sigur Donald Tusk.

Fleiri av ES londunum eru nú farin at fyrireika seg til, at eingin avtala verður gjørd, áðrenn Bretland fer úr samveldinum.

Mælir til at útseta Brexit í eitt ár

Men tann hugburðurin má ikki gera, at vit ikki fara at royna at finna eina loysn, sigur forsetin í ES.

Samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, sigur, at neyðugt er við longri tíð til samráðingarnar um Brexit. Tað er neyðugt fyri at finna skilabestu loysnina, sigur Barnier.

Hann mælti fyrrapartin til at útseta Brexit í eitt ár, tað skrivar AFP.

Og tíðin, tá Bretland skal fara úr ES, verður ásett til 31. desember í 2020. Í tí tíðarsekiðinum skal Bretland vera við í tollsamstarvinum og innara marknaðinum í ES.

Ósemja um írska markið

Stór ósemja er um markið ímillum Írland, sum verður verandi í ES, og Norðurírland, sum fer úr ES saman við Bretlandi. Og bretski samráðingarleiðarin vildi ikki skriva undir nakra avtalu um markið á fundinum um vikuskiftið.

Miðlar skriva, at bretska stjórnin skal taka undir við eini fyribilsloysn um markið millum Írland og Norðurírland, men tað vilja øll ikki, tí so verður Bretland verandi í tollsamstarvi við ES í óásetta tíð.

David Davies, sum í summar fór frá sum bretskur samráðingarleiðari, sigur í eini grein í The Sunday Times, at tað, sum Theresa May, forsætisráðharri, nú arbeiðir við, er burturúr vón og viti.

Norðurírar stúra

Eisini í Norðurírlandi er stórur ivi, tí flokkurin DUP, sum samstarvar við Theresu May, sigur seg bera ótta fyri, at May ætlar at gera eina avtalu við ES, sum hevur við sær, at Norðurírland verður verandi ein partur av innara marknaðinum í ES fyri at sleppa undan ósemju á markinum til Írland.

Hendir tað, so hevur DUP hótt við ikki at atkvøða fyri bretsku fíggjarlógini seinni í hesum mánaðinum.

Theresa May hevur brúk fyri norðurírska flokkinum fyri at tryggja sær meiriluta í parlamentinum. Annars er vandi fyri at bretska stjórnin kemur í minniluta og má leggja frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010