U17 gentur spælt seg í hálvfinaluna

U17 gentur spælt seg í hálvfinaluna
Føroyska flogbóltslandsliðið hjá U17 gentum hevur spælt seg víðari í hálvfinaluna í norðurevropeiskari flogbóltskapping.
 
17.10.2018 - 14:25

Føroyska U17-landsliðið hjá gentum vann í morgun fjórðingsfinaluna ímóti Íslandi 3-1 í norðurevropiskari kapping í flogbólti, sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Settini vóru 25-13, 25-10, 12-25 og 25-20.

Hálvfinalan verður leikt klokkan 18.30 í kvøld, og mótstøðuliðið er Danmark, sum vann sín bólk í innleiðandi umfarinum.

Eisini U17 dreingirnir hava spælt seg í hálvfinaluna í NEVZA-kappingini, har teir skulu hitta Norra.

Tann dysturin byrjar klokkan 16. 

Allir dystirnir kunnu síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652