Útlátið frá ídnaði á landi størri enn nakrantíð

Útlátið frá ídnaði á landi størri enn nakrantíð
Útlátið av koltvísúrni frá ídnaði á landi er nú næstan 90.000 tons, og tað er ein tvífalding síðani 2012. 
 
17.10.2018 - 20:48

Útlátið av vakstrarhúsgassi frá ídnaði á landi í Føroyum hevur ongantíð verið so stórt sum nú.

Tølini frá Hagstovuni og Umhvørvistovuni eru dagførd í juli í ár, og tey vísa, at tá gongd er undir ketlunum í byggvinnuni og fiskiídnaðinum, ja, so sæst tað sera væl aftur á botnlinjuni á umhvørviskontuni.

Útlátið av koltvísúrni frá ídnaði á landi er nú næstan 90.000 tons, og tað er ein tvífalding síðani 2012. 

Nógv tann mesta dálkningin frá umhvørvisgassi í Føroyum stavar tó frá fiskiflotanum.

Nýggjasta uppgerðin er frá sumri í fjør, og tá var útlátið frá fiskiflotanum 300.000 tons av CO2. 

Ein minking er seinastu tvey árini, men hon stavar serliga frá, at verksmiðjuskip og nótaskip hava bunkrað minni av olju í Føroyum. Olja, sum føroysk fiskiskip bunkra uttanlands, telur nevniliga ikki við í føroysku uppgerðini, men í uppgerðini í tí landinum, har bunkrað varð.

Samanumtikið gongur skeivan veg við útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum.

Løgtingið samtykti fyri mongum árum síðani, at útlátið næsta ár skal vera 20 prosent minni enn í 2005. Men tølini tala: ístaðin fyri at fara 20 prosent niður eru vit farin 10 prosent upp, so samlaða útlátið nú er yvir eina millión tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584