Útlátið í flogvinnuni veksur

Útlátið í flogvinnuni veksur
Flogfør hjá Atlantsflogi stóðu fyri 50.000 tonsum av CO2-útláti í 2017, og gongur tað sum við restini av flogferðsluni, so er útlátið vaksandi
 
17.10.2018 - 10:06

Samstundis sum ST ávarar um vanlukkuligar fylgjur, um vit ikki steðga øllum útláti av vakstrarhúsgassum alt fyri eitt, vísa framskrivingar av altjóða flogferðsluni eina fýrafalding av CO2-útlátinum í 2040.

Her heima er flogferðslan ikki ein partur av útlátsroknskapinum hjá Umhvørvisstovuni, men flogfør hjá Atlantsflogi stóðu fyri 50.000 tonsum av CO2 útláti í 2017. Gongur tað sum við restini av flogferðsluni, so er útlátið vaksandi.

Flogferðslan dálkar

400 milliónir tons. So stór var nøgdin av CO2, sum fór út í lofthavið í 2010 bara av altjóða flogferðsluni.

Í ár liggur tað um 800 milliónir tons, og í 2040 verður nøgdin 1600 milliónir tons, um framskrivingarnar av altjóða flogferðsluni verða veruleiki. Tað vil siga ein fýrafaldan av útlátinum í 2010. 

Bílligari flogferðir og betri vælstandur hevur við sær, at fólk ferðast meira, og tað økir um flogferðsluna, sigur Jan Johannessen, leiðslusamskipari hjá Atlantic Airways.

ES setir krøv til Atlantic

Samstundis ávarar ST um katastrofalar fylgjur, um vit ikki umgangandi steðga øllum útláti av vakstrarhúsgassum í eini umfatandi veðurlagsfrágreiðing.

Sambært nýggju frágreiðingini er tað ikki nokk at tryggja, at upphitingin av jørðini steðgar við tveimum stigum.

Vit noyðast eisini at steðga ovurupphitingini, so tað ikki verður meira enn hálvt annað stig. Tað vil siga eitt hálvt stig afturat.

Herheima er føroyska flogfelagið als ikki við í útlátsroknskapinum hjá Umhvørvisstovuni.

Krøvini sum verða sett Atlantsflogið koma frá ES.

Hægri útlát, hóast løgtingið samtykti at minka um útlátið

Sambært tølunum hjá Umhvørvisstovuni hava Føroyar 10 prosent hægri útlát enn í 2005, hóast løgtingið í 2009 samtykti at minka um útláti við 20 prosentum í 2020 sammet við 2005.

Men hetta talið er enn hægri í veruleikanum, tí Atlantsflog hevði eitt samlað útlát upp á 50.000 tons í 2017, sum ikki er partur av myndini.

Tað er minni enn húsarhald og akfør og nøkunlunda tað sama sum handlar og stovnar.

Fiskiskipini eiga nógv tann størsta partin av føroyska útlátinum - 450.000 tons í 2018.

Eingi krøv eru til Atlantsflog frá føroysku myndugleikunum, og útlátið hjá Atlantic er sum nevnt heldur ikki partur av føroyska roknskapinum yvir útlát. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585