Bretland givið avboð til saudiska ráðstevnu

Bretland givið avboð til saudiska ráðstevnu
Bretski handilsmálaráðharrin, Liam Fox hevur givið avboð til eina stóra íløguráðstevnu, sum Saudiarabia hevur fyrireikað í langa tíð.
 
19.10.2018 - 08:48

Og hann er ikki einsamallur at hava broytt hugsan um luttøku - tað sama hava fíggjarmálaráðharrarnir í Niðurlondum og Fraklandi, eins og fleiri aðrir topppolitikarar og vinnulívsleiðarar.

Grundin er illgrunin um, at Saudiarabia hevur blóð á hondunum í sambandi við horvna saudiarabiska journalistin, sum skrivaði fyri Washington Post. 

Jamal Khashoggi er ikki sæddur, síðani hann fór inn á arabiska konsulátið í Istanbul 2. oktober. 

Turkaland sigur seg hava prógv fyri, at hann varð dripin inni á konsulátinum. 

Og tí er neyvan tað besta hugskotið at fara til Saudiarabia beint nú at tosa um kapital og íløgur, ella sum eitt talsfólk fyri Liam Fox, ráðharra sigur við BBC:

- Hetta er ikki stundin fyri hann at luttaka. Vit í Bretlandi eru enn sera stúrin um, at Jamal Khashoggi er horvin. Tey, sum hava ábyrgdina av hesum, mugu standa til svars fyri tað, sigur ráðgevarin hjá bretska handilsmálaráðharranum.

Tó so, nakrar risastórar altjóða fyritøkur ætla sær framvegis at luttaka á saudisku íløguráðstevnuni, - tildømis Goldman Sachs og Pepsi, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585