Lóggevarar í Bayern undir eftirliti

Lóggevarar í Bayern undir eftirliti
Týska fregnartænastan hevur havt eftirlit við limum í høgravendum flokki, sum nú eru valdir inn í lóggávutingið í Bayern.
57 prosent av týskarum halda, at AFD eigur at vera undir skerpaðum eftirliti.
 
19.10.2018 - 08:41

Týska fregnartænastan hevur havt limir í høgraflokkinum Alternatife fur Deutschland undir skerpaðum eftirliti, tí illgruni hevur verið um sambond við víðgongdar bólkar.

Men eftir valið til landspartastjórnina í Bayern síðsta vikuskifti, eru fleiri av teimum vald í lóggávutingið, hevur fregnartænastan boðað frá, skrivar Reuters.

Eitt talsfólk sigur, at innanlands fregnartænastan nú kannar, um heimild er í grundlógini fyri at halda fram við yvirvøkuni, nú talan er um lóggevarar.

Samgongan hjá Angelu Merkel, samveldiskanslara er í tvíningum, tí at hava ein politiskan flokk, sum er valdur av fólkinum, undir eftirliti av fregnartænastuni, er eiutt sera viðkvæmt evni.

Alternatife fur Deutschland fekk eisini á fyrsta sinni umboð í týsksa samveldistingið á valinum, sum var í fjør. Í Bayern fekk flokkurin sindur meira enn 10 prosent seinasta vikuskiftið og vann 22 sessir í landspartatinginum har.

Reuters sigur, at talsfólkið hjá fregnartænastuni ikki vil upplýsa, hvussu mangir av teimum 22 tinglimunum, eru undir eftirliti, men hevur sagt við týska blaðið Muenchner Merkur, at talan er um eitt lágt tveysiffrað tal. Og at illgruni er um, at tey hava sambond við antiislamskar og høgravíðgongdar bólkar, eins og at tey hava samband við eina rørslu, sum kallast Reichsbuerger, og sum meinar, at nýtímans týska lýðveldi rætt og slætt er ólógligt.

Minnini um bæði nazististisku og kommunistisku kúganina í landinum millum 1933 og 1989 hevur gjørt spurningin um statsyvirvøku sera viðkvæman, men Reuters vísir til eina meiningarkanning frá síðsta mánaði, sum vísir, at 57 prosent halda, at Afd eigur at vera undir skerpaðum eftirliti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585