Nýtt eftirmetingartilfar í fólkaskúlan

Nýtt eftirmetingartilfar í fólkaskúlan
Lærarar í 1. og 2. flokki í fólkaskúlanum fáa nú nýtt føroyskt eftirmetingartilfar.
 
19.10.2018 - 10:06

Lærarar í fyrsta flokki og í øðrum flokki í fólkaskúlanum fáa nú spildurnýtt føroyskt eftirmetingartilfar, sum skal hjálpa teimum at meta um lesi- og staviførleikan hjá børnunum.

Endamálið er at fáa skilgreinað júst, hvørjum stigi næmingurin er á, fyri betri at hjálpa honum víðari í undirvísingini.

Eftirmetingartilfarið, sum Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava gjørt, verður kunngjørt týsdagin í næstu viku.

Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava eisini gjørt Súlutilfarið, sum verður nýtt í lesifrálæruni til tey smæstu, og hava harafturat arbeitt við byrjanarlesing í mong ár.

Nýggja, føroyska eftirmetingartilfarið er grundað á altjóða gransking, og Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava í seks ár gjørt næstan 6.000 kanningar, sum vísa, hvar skúlabarnið er statt viðvíkjandi lesi- og staviførleika.  

- Hetta hevur verið eitt stórt, drúgt og umfatandi arbeiði, og vit fegnast um, at tað nú er borið á mál, siga tey. 

Eftirmetingartilfarið skal síggjast sum ein hjálp og eitt nyttugt arbeiðsamboð hjá lærarum í innskúlingini.

Lærarin kann við hesum lættari tryggja einstaka næminginum bestu undirvísingina, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, á heimasíðu ráðsins. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819