Fær ikki undantak frá regluni um útbjóðing

Fær ikki undantak frá regluni um útbjóðing
Tórshavnar kommuna kann ikki selja kommunala ogn, uttan at bjóða hana út fyrst
Biogassverkið skal gera fjarhita og streym burtur úr avlopi frá alivinnuni og tøðum frá bóndum.
 
21.10.2018 - 12:19

Tórshavnar kommuna noyðist nú at bjóða út alment stykkið, sum kommunan annars ætlaði at selja biogassverkinum, sum partafelagið Salmon Protein ætlar at byggja á Skarðshjalla.

Reglan er, at øll kommunal ogn, størri enn 300 fermetrar, skal bjóðast út, skal hon seljast. 

Men Tórshavnar kommuna ætlaði í hesum førinum at fáa undantak frá hesari regluni.

Men tað vildi Innlendismálaráðið, sum umsitur kommunumál í landsstýrinum, ikki.

Talan er um 20.000 fermetrar, sum P/f Salmon Protein skal kunna keypa.

Byráðið fer at viðgera málið hóskvøldið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585