Stór høll við stóra tjørn

Stór høll við stóra tjørn
Kommunan tekur fram aftur Stórutjørn, tí brúk er fyri byggilendi. Byggjast skal millum annað Stórhøll
Stóratjørn er norðan fyri Havnina, norðan fyri Kringluna og vestan fyri býlingin Inni á Gøtu og liggur væl fyri millum bústaðarøkið í Hoyvík, vinnuøkið á Hjalla og nýggja innkomuvegin,
 
21.10.2018 - 13:33

Stóratjørn er nú komin á dagsskránna aftur.

Millum annað tí, at har ætlar Tórshavnar kommuna at byggja stórhøll.

Bæði málini, Stóratjørn og stórhøllin, eru á skránni til býráðsfundin í Havn hóskvøldið.

Tórshavnar kommuna skal brúka meira byggilendi til bústaðir, frítíð, vinnu og annað.

Tí ætlar býráðið nú at fara undir at skipa økið við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum. 

Gomul ætlan

Í 2007 var arbeitt við einari ætlan um at skipa eina serstaka byggisamtykt fyri Stórutjørn,.

Økið var sett av til vinnuøki, bústaðarbygging, ítróttar- og frítíðarvirksemi og almenn fríøki. 

Eisini var árinskanning gjørd í sambandi við byggisamtyktina. 

Men einki spurdist burturúr tá.

Stór høll

Á býrðáðsfundinum hóskvøldið skal býráðið taka avgerð um fígging til málið um Stórutjørn.

Á fundinum skal býráðið eisini taka støðu til kravfestingina fyri stórhøllina, so fyrireikingarnar kunnu byrja.

Stórhøllin skal rúma alskyns ítróttagreinum á altjóða stigi og konsertum.

Býráðið ætlar at fáa privatar íleggjarar við til at fíggja byggingina og virksemið í stórhøllini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012