Nýggja politistøðin seinkað

Nýggja politistøðin seinkað
Ætlanin var, at politiið skuldi flyta í ár, men tað verður ikki fyrr enn í fyrsta lagi á sumri i 2020.
 
22.10.2018 - 13:16

Ríkispolitiið skal rinda Bygningsstyrelsen 7,7 milliónit krónur í leigu fyri nýggju politistøðina í Havn.

Afturat koma aðrar útreiðslur, millum annað til streym og hita. Útreiðslan verður 8,6 milliónir krónur um árið. Tað eru 5,4 milliónir krónur meira enn nú.

Men arbeiðið er seinkað, og tað verður eisini dýrari enn ætlað.

Ole Birk Olesen, ráðharri í byggimálum, hevur biðið Fíggjarnevndina hjá fólkatinginum um at hækka játtanina til nýggju politistøðina í Havn úr 108 milliónum upp í 138 milliónir krónur.

Danska Fíggjarmálaráðið hevur góðtikið umbønina.

Fíggjarnevndin hevur fund hósdagin.

Danska byggifelagið Ommen og Møller skal gera gamla bankabygningin við Húsagøtu í Havn til politistøð.

Einki felag í Føroyum sýndi áhuga fyri arbeiðinum, sigur Ole Birk Olesen. 

Tí er arbeiðið vorðið dýrari, stendur í umsóknini til Fíggjarnevndina hjá fólkatinginum.

Ríkispolitiið skal leiga 3.175 fermetrar frá Bygningsstyrelsen. Skrivstovurnar eru 2.200 fermetrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887