Týskland steðgar vápnaflutningi til Saudiarabia

Týskland steðgar vápnaflutningi til Saudiarabia
At saudiarabiski tíðindamaðurin, Jamal Khashoggi, varð myrdur, hevur fingið Týskland at steðga vápnaútflutninginum til Saudiarabia.
 
23.10.2018 - 09:48

Angela Merkel, samveldiskanslari, upplýsir, at Týskland steðgar øllum vápnaflutningi til Saudiarabia. 

Týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, hevur eisini sagt, at sum støðan er, talar einki fyri, at Týskland skal útflyta vápn til Saudiarabia.

Í síðsta mánaði góðkendi Týskland annars at selja Saudiarabia vápn fyri 416 milliónir evrur ella góðar tríggjar millardir krónur i okkara peningi.

Í januar gavst Týskland at selja Saudiarabia vápn, tí landið er partur av krígnum í Jemen. 

Men vápnasølan varð tikin uppaftur í september.

Angela Merkel fordømir enn einaferð, at Khashoggi varð myrdur, og hon krevur, at tey seku verða drigin til svars.

Málið um dripna journalistin hevur havt við sær, at viðurskiftini millum Saudiarabia, Týskland og fleiri onnur evropeisk lond eru versnað munandi.

Diplomatiskt stríð var herfyri millum Saudiarabia og Týskland, og tað gjørdi, at bæði londini tóku sínar sendiharrar heim.

Stríðið tók seg upp, eftir at Týskland hevði lagt Saudiarabia undir at leggja seg út í viðurskifti í Libanon.

Ein loysn varð funnin, og Týskland og Saudiarabia hava nú aftur sendiharrar hvør hjá øðrum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887