Ben Arabo stevnir Betri

Ben Arabo stevnir Betri
Ben Arabo stevnir nú Betri fyri at vera uppsagdur úr stjórastarvinum av órøttum.
Fyrrverandi stjórin í Betri-samtakinum stevnir nú samtakið fyri at vera uppsagdur av órøttum.
 
26.10.2018 - 12:13

Hann vil ikki hava sitandi á sær, at hann skal hava misrøkt sínar skyldur í sáttmálanum við Betri, og hann krevur eisini at fáa ta fráfaringarsamsýning, sum hann sambært sáttmálanum átti at fáa. 

Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur sigur, at Ben Arabo krevur, at rætturin skal vraka grundgevingina um, at Arabo ikki hevur gjørt sínar skyldur, umframt at rætturin skal gera úrskurð um, at hann hevur rætt til 2,2 milliónir í fráfaringarsamsýning afturat teimum 12 manaðum í fráfaringarløn, sum hann hevur fingið játtaðar.

Advokaturin sigur, at teir fleiri ferðir til fánýtis hava roynt at fáa neyvar grundgevingar fyri uppsøgnini, og at teir eisini hava roynt at lagt semingsuppskot fyri nevndina. Eisini til fánýtis.

Tá Ben Arabo eftir bara 10 mánaðum sum forstjóri í Betri varð uppsagdur, var almenna grundgevingin hjá Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinnu, at uppsøgnin var grundað á samstarvstrupulleikar. Hetta var 25. september í ár.

Tá Ben Arabo varð koyrdur frá, fór næstformaðurin í nevndini, Teitur Poulsenm, eisini frá, tí hann kundi ikki taka undir við uppsøgnini.

Í dag klokkan 17 er eykaaðalfundur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, har tey skulu velja nýggjan nevndarlim fyri hann.

Tað eru teir 35 umboðsráðslimirnir í Ognarfelagnum, sum er valt av tryggingartakarunum, ið velur nevndina í PF Betri. 

Endamálið hjá Ognarfelagnum er at umsita stóru ognirnar hjá Føroya størsta fíggjarsamtaki, og tað verður gjørt umvegis partafelagið Betri, sum er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og trimum dótturfeløgum, har eitt av hesum feløgum eisini eigur egið dótturfelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628