Sakarmálið um Eik tikið uppaftur í Føroyum

bannari
Sakarmálið um Eik tikið uppaftur í Føroyum
Dómur er fallin í Danmark. Hans Laksá, sum eisini er ákærdur í Føroyum, varð frídømdur í Danmark
Eik er saksøkt bæði í Danmark og í Føroyum. Stevnt varð eftir 250 milliónum krónum í Danmark. Men Eystari landsrættur sigur, at endurgjaldið er 28,6 milliónir
 
29.10.2018 - 11:34

Nú dómur er fallin í Eystari landsrætti í sakarmálinum móti teimum, sum stóðu á odda fyri Eik bankanum í Danmark, verður málið móti Eik í Føroyum tikið upp aftur.

Tað verður mánadagin 19. november. Fíggjarligt støðufesti stevndi í 2016 eftir 150 milliónum krónum. Teir saksøktu krevja frídøming.

Teir saksøktu eru Frithleif Olsen, Odd Bjellvåg, Marner Jacobsen, Bjarni Olsen og Hans Laksá. Hans Laksá, sum er grannskoðari, varð annars fríggjadagin frídømdur í sakarmálinum í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851