18 nýggjar íbúðir á Toftum

18 nýggjar íbúðir á Toftum
Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað eina partalagsavtalu um at byggja 18 íbúðirnar á Toftum
Mynd: Bústaðir  
 
31.10.2018 - 16:36

18 íbúðir skulu nú byggjast á Toftum, væntandi bæði almennar leiguíbúðir og lutaíbúðir.

Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað eina partalagsavtalu um at byggja tær 18 íbúðirnar á Kneysum, beint omanfyri havnarlagið á Toftum. 

Bygd verða tvey íbúðarhús. Annað við átta eins íbúðum og hitt við 10 íbúðum. 

Eftir ætlan verður tann sunnari bygningurin, sum hevur átta eins íbúðir, skipaður sum lutaíbúðir. 

Skipanin við lutaíbúðum er rættuliga óroynd í einum føroyskum høpi, og Bústaðir sigur, at nágreinilig lýsing av lutaíbúðunum kemur seinni.

Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í fyrstu íbúðirnar í Nes kommunu á heystið 2020, sigur Bústaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858