Eysturríki vil ikki hava avtalu um fólkaflyting

31.10.2018 - 10:27
AktueltÚtheimurin
Eysturríki vil ikki hava avtalu um fólkaflyting
Eysturríki fer at gera sum USA og Ungarn og verður ikki partur av ST-sáttmálanum um fólkaferðing.
Eysturríkski kanslarin, Sebastian Kurz.
 
 

Reuters skrivar, at høgrastjórnin í Eysturríki óttast fyri, at ST-sáttmálin fer at káma markið millum lógliga og ólógliga migratión.

Øll 193 ST-londini tóku undir við sáttmálanum í juli uttan USA, sum tók seg burtur úr arbeiðinum við honum í fjør.

Stjórnin í Ungarn, sum undir leiðslu av Viktor Orban, eisini hevur strangan tilflytara- og flóttafólkapolitikk, fer heldur ikki at skriva undir ST-sáttmálan, tá hátíðarhald verður í Marokko í desember. Og Pólland umhugsar at gera tað sama, skrivar Reuters.

- Vit hava gjørt av, at vit fara ikki at vera partur av sáttmálanum, sigur eysturríkski kanslarin, Sebastian Kurz við ORF-útvarpsrásina. 

Konservativi flokkurin hjá Kurz stjórnar Eysturríki saman við Frælsisflokkinum, sum verður roknaður fyri at vera ein flokkur ytst til høgru.
 
Stjórnin í Eysturríki fer tí heldur ikki at taka lut í atkvøðugreiðsluni næsta ár í ST um migratiónssáttmálan, skrivar Reuters.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mars
Morgunlestur leygardagur 23. mars 2019
91111
Fríggjadag 22. mars
LEITISSTEIN 22.03.2019
92633
Fríggjadag 22. mars
Síðsta Skríggj 22. mars 2019
92289
Fríggjadag 22. mars
Morgunlestur fríggjadagur 22. mars 2019
91110
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mars
25 minuttir: Linda Mortansdóttir
92545
Fríggjadag 22. mars
Lyst 32
92610
Hósdag 21. mars
Ítróttarportrett: Hallur Hansson
92551