Illgruni um ivasamt iranskt virksemi

Illgruni um ivasamt iranskt virksemi
Iranska fregnartænastan er longu undir illgruna fyri ivasamt virksemi í fleiri øðrum londum.
Forsetin í Iran, Hassan Rouhani.
 
31.10.2018 - 09:24

Iranska fregnartænastan, sum danski staturin í gjár legði undir at hava ætlanir um at drepa trý fólk í Danmark, er longu undir illgruna fyri ivasamt virksemi í fleiri øðrum londum.

Fyri einum ári síðani, í november í fjør, varð ein iranskur aktivistur skotin og dripin í hollendska býnum Haag. Dripni iranin var leiðari í bólkinum ASMLA, og ASMLA legði Iran undir at standa fyri drápinum. Hollendsku myndugleikarnir burturvístu síðani tvey iransk sendifólk.

Í januar í ár handtók iranska løgreglan ein umhvørvisaktivist úr Kanada. Tvær vikur seinni boðaðu iransku myndugleikarnir frá, at hann hevði gjørt av við seg. Kanadiumaðurin, sum hevði iranskar røtur, hevði konu og tveir synir. Hesi søgdu seg ivast í boðunum frá iransku myndugleikunum.

Tað var eisini í ár, at ein iranskur sakførari varð dripin í Teheran. Sambært løgregluni har, funnu tey líkið av sakføraranum í einum loðandi bili, men vinfólk hjá sakførarinum hava síðani sagt seg sæð, at líkið var merkt av knívsstungu. Hesi vinfólki halda, at iranski staturin hevur dripið sakføraran.

Í summar vóru fýra fólk, millum annað eitt iranskt sendifólk, handtikin fyri at fyrireika eitt yvirgangsálop. Talan var um eitt bumbuálop, iranski andstøðubólkurin MEK var málið fyri hesi atsóknini.

Og so kunnu vit spola tíðina aftur til 2011, tá tveir iranar í New York vórðu skuldsettir fyri at fyrireika eina drápsroynd á saudiska sendifólki í USA - annar av iranunum viðgekk síðani hesar ætlanir.

Av millum annað nevndu orsøkum eru eygleiðarar spentir upp á, hvørji politisk stig verða tikin, og hvørji møgulig tiltøk verða sett í verk mótvegis Iran, eftir at tað í gjár kom fram, at Danmark leggur Iran undir at fyrireika drápsroyndir, sum skuldu taka lívið at trimum fólkum í Danmark.

Ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at Danmark hevur kallað sendifólk sítt í Teheran heim til samrøðu beinanvegin.

Bæði forsætisráðharrin í Bretlandi, Theresa May, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hava alment boðað frá, at tey stuðla donsku stjórnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585