Taðingarmálið útsett

Taðingarmálið útsett
Málið sum ákæruveldið reisti ímóti einum bónda millum Fjarða fyri at bróta kunngerðina um taðing, varð útsett av rættinum.
 
31.10.2018 - 18:36

Bóndin, Regin Borðoy, játtaði seg sekan, og tí var ætlanin, at málið skuldi avgreiðast sum eitt játtanarmál. Tað vil siga, at rætturin bert skuldi áseta revsingina.

Tá málið var fyri í rættinum, varð bóndin avhoyrdur, men eftir avhoyringina, segði dómarin, at hann ikki kundi døma í málinum sum játtanarmál, tí hann játtaði seg ikki sekan.

Tí fekk ákæruvaldið boð um at viðgera málið av nýggjum og síðani koma aftur í rættin. Málið er ikki tikið aftur, men er framvegis í rættinum.

Bóndin er ákærdur fyri at bróta kunngerðina um taðing frá 2012. Sambært kunngerðini er bara loyvt at taða frá 15. mars til 15. oktober. 

Bóndin, Regin Borðoy, sigur, at hann koyrdi tøð á bøin 27. februar. Tað gjørdi hann, tí allir tríggir køstar hjá sær vóru fullir tá, hóast hann tømdi teir 15. oktober í fjør. 

Umframt at hava sín egna køst leigar hann tveir køstar frá grannum, sigur hann.

Regin Borðoy sigur, at hann hevur bíðað leingi eftir biogassvirkinum nú, og hevur tí ikki gjørt íløgu í ein køst afturat.

Fyri at sleppa undan ov nógvum tøðum, hevur hann eisini leigað tíggju prosent av mjólkarkvotununum til annan bónda, so neytini eru færri í fjósinum.

Hetta er fyrsta málið av sínum slagi, og tí valdi fútin at fara í rættin við tí fyri at fáa sektina ásetta.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652