Gunnar longt við FH

Gunnar longt við FH
Fótbóltsmálverjin Gunnar Nielsen longdi í gjárkvøldið sáttmála sín við íslendska felagið FH. 
 
01.11.2018 - 11:18

Gunnar Nielsen er 32 ára gamal og málverji á føroyska landsliðnum. 

Hann hevur spælt við FH síðani 2016 og vann fyrsta árið íslendska meistaraheitið.

Í ár endaði liðið nummar fimm í deildini.

Sambært in.fo hevur føroyski málverjin verið settur í samband við onnur feløg, ikki minst tí, at FH ikki megnaði at spæla seg til evropeiskan fótbólt næsta ár, men í gjár gjørdu Gunnar Nielsen og íslendska felagið altso sáttmála fyri tey bæði næstu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858