Vilja taka postin heim aftur

Vilja taka postin heim aftur
Dansk Folkeparti vil sleppa burtur úr danska/svenska samstarvinum PostNord.
Mynd: PostNord  
 
03.11.2018 - 10:34

Í 2009 vórðu Post Danmark og svenska almenna postfelagið Posten AB løgd saman í eitt felag, sum hett navnið PostNord, men nú vil Dansk Folkeparti taka danska partin heim aftur.

Sviar leggja ov stóran dent á hvat er gott fyri Svøríki í samstarvinum, heldur flokkurin.

Sviar eiga 60 prosent av almenna danska/svenska felagnum, og danir eiga 40 prosent. Tað merkir, at danir hava alt ov lítla ávirkan á, hvussu felagið verður rikið, sigur Dansk Folkeparti. 

- Eiga vit sjálvi postfelagið kunnu vit sjálvi avgerða tænastutigið og seta út í kortið, hvussu felagið skal rekast, sigur Henrik Brodersen, sum er framsøgumaður á økinum. Flokkurin heldur tað er avgerðandi at hava ávirkan á ein so týdningarmiklan part av undirstøðukervinum, sum posturin er.

Dansk Folkeparti vil seta á stovn eitt danskt postfelag innan 1. januar 2020 

Men taka danir postfelagið heimaftur, fer tað at kosta fleiri hundrað milliónir, sigur Per Nikolaj Bukh professari í fíggjarstýring á Aalborg Universitet við dr.dk. Tað fer bæði at kosta pening at skilja PostNord sundur og tað verður dýrari at reka eitt minni felag.

- Tað er ein dýrkan, sum vit antin skullu leggja omaná prísin fyri at senda brøv ella sum staturin má gjalda. Undir øllum umstøðum verður tað skattgjaldarin, sum skal rinda, sigur Per Nikolaj Bukh.

Hann heldur ikki, at tað er rætt, at donsk áhugamál verða sett til síðis í dansk/svenska felagnum.

Mongdin av brøvum er fallin við yvir 80 prosentum síðani ár 2000 og PostNord kann brúka upp til 5 dagar at bera postin út, ístaðin fyri ein dag, sum kravið var áðrenn.

Dansk Folkeparti vil at tað skal taka í mesta lagi 2-3 dagar at fáa brøv gjøgnum eitt reint danskt postfelag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819