Ein sigur í part

Ein sigur í part
Hjá kvinnunum vann VÍF, men hja monnunum vann Kyndil, tá feløgini møttust í bæði kvinnu- og manskappingini í dag.
 
04.11.2018 - 18:07
VÍF heldur áfram at elta H71, sum er á fyrsta plássi, í fremstu hondbóltskappingini hjá kvinnum.
 
VÍF vann í dag 24-18 á Kyndli í Høllini á Hálsi í Havn. Hálvleiksstøðan var 13-9 til VÍF.
 
Durita Jojic og Liljan Djurhuus blivu toppskjúttar fyri VÍF við sjey málum í part.
 
Marianna Eystberg bleiv toppskjútti fyri Kyndil við fimm málum.
 
Støðan:
 
1.H71 10 stig
2.VÍF 9 stig
3.Neistin 7 stig
4.Kyndil 4 stig
5.Stjørnan 3 stig
6.Stíf 1 stig

Ein dystur varð eisini spældur í fremstu kvinnukappingini í gjár. Neistin vann á heimavølli 23-17 á Stíf.

Hjá monnunum var eisini ein dystur spældur í kvøld. Kyndil bleiv fyrsta liðið í ár sum kláraði at vinna á VÍF. Kyndil vann 32-24. 
 
Toppskjútti fyri Kyndil bleiv Bartal Klein Olsen við átta málum. Filip Jojic og Sjúrður Olsen skoraðu trý mál í part fyri VÍF.
 
Støðan:
1.VÍF 9 stig
2.Kyndil 8 stig
3.Neistin 8 stig
4.H71 6 stig
5.Stíf 4 stig
6.KÍF 3 stig
7.Team Klaksvík 2 stig
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691