Framsóknarkvinnur taka uppskotið aftur

bannari
04.11.2018 - 20:47
AktueltPolitikkur
Framsóknarkvinnur taka uppskotið aftur
Samgongukreppan er av á hesum sinni. Samgongufloksformenninir boða í kvøld frá, at tingkvinnurnar hjá Framsókn taka uppskotið aftur
Ruth Vang og Hanna Jensen standa ikki undir tíðindaskrivinum. Bert formenninir
 
 

Tingkvinnurnar hjá Framsókn løgdu upprunaliga eitt uppskot fyri løgtingið av sínum eintingum, um at leingja fiskidagaskipanina. Uppskotið varð tulkað sum eitt misálit á landsstýrismannin við fiskivinnumálum.

Men í kvøld er boðskapurin ein annar. Í einum tíðindaskrivi frá Akseli V. Johannesen, Høgna Hoydal og Poul Michelsen er boðskapurin:

"Tingkvinnurnar hjá Framsókn boða frá, at tær taka uppskotið aftur, ið varð lagt fram á løgtingi herfyri."

Alt tíðindaskrivið kann lesast her

Nýtt uppskot í næstum

Sambært floksformonnunum fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í næstum at leggja fram uppskot um, hvussu farast skal fram viðvíkjandi botnfiskaveiðini undir Føroyum í 2019 – harundir spurningarnar um umsitingarætlanir og fiskidagar og kvotur.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mars
25 minuttir: Jóna Joensen
92340
Mánadag 18. mars
3-2
92439
Sunnudag 17. mars
Guðstænasta í Havnar kirkju
92392
Sunnudag 17. mars
Andaktin
92389
Leygardag 16. mars
Estetiskur fimleikur, 2 partur
92376