Vágs býráð bíðar eftir løgfrøðingum

Vágs býráð bíðar eftir løgfrøðingum
Vágs býráð er ikki samt við Fíggjarmálaráðið um Marghøllina
 
05.11.2018 - 13:14

Vágs Býráð hevur fingið løgfrøðingar at kanna, um Fíggjarmálaráðið kann leggja seg út í virksemið í kommununi, tá talan er um Marghøllina, sum Vágs Ítróttarráð eigur og rekur.

Og ikki fyrr enn ein løgfrøðilig niðurstøða er gjørd, fer kommunan at gera meir við málið. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri, eftir at Fíggjarmálaráðið hevur hótt býráðslimir í Vági við dagbótum, tí teir ikki lata Marghøllina vera ein part av fígjarliga virkseminum hjá kommununi.

Páls Høll varð eisini nevnd í skrivinum, sum Vágs Býráð fekk frá Fíggjarmálaráðnum, men av tí at kommunan er í ferð við at yvirtaka Páls Høll og virksemið har, verður hon ein partur av fíggjarliga virkseminum hjá kommununi, og tí ger Fíggjarmálaráðið ikki meir við hana.

Dennis Holm, borgarstjóri, vísir á, at tað er Vágs Ítróttarráð, sum eigur og rekur Marghøllina, og tað einasta, sum kommunan hevur við hana at gera, er, at kommunan leigar høllina frá eigarunum og rindar fyri tað.

Tí skilir kommunan ikki, at Fíggjarmálaráðið hóttir við at áleggja býráðslimunum bót. Í skrivi sum Vágs Býráð hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum stendur, at um kommunan ikki hevur Marghøllina við í fíggjarætlanini fyri 2019, sum skal latast inn í seinasta lagi 1. desember, so fer Fíggjarmálaráðið at biðja Innlendismálaráðið um at áleggja býráðslimunum dagbøtur. Tað má gerast, tí Fíggjarmálaráðið kann ikki áleggja dagbøturnar, tí kommunumál hoyra til Innlendismálaráðið.

Fyribils er støðan tann, at Vágs Býráð bíðar eftir eini løgfrøðiligari niðurstøðu, tí kommunan er ikki samd við Fíggjarmálaráðið, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010