Jóhanna átti vinnarafilmin um endurnýtslu

Jóhanna átti vinnarafilmin um endurnýtslu
Í gjár vórðu vinnararnir av filmkappingini um at endurnýta meira pappír og papp bodnir til hátíðarhald í Perluni. Tríggir vinnarafilmar vórðu valdir
Felagmynd við teimum trimum vinnarunum, dómsnevndini umframt Turið Horn, forkvinnu í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavanar kommunu, Peturi Nielsen, stjóra á Umhvørvisstouvni og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum.
Mynd: Umhvørvisstovan  
 
06.11.2018 - 15:02

Í gjár handaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, vinnarunum í filmskappingini hjá Umhvørvisstovuni vinningarnar, ein kekk og føroyskar plantur frá Skógrøktini.

Tað var í juni mánað í ár, at Umhvørvisstovan lýsti við filmskapping. Endamálið var at gera film um, hvussu vit øll kunnu økja um endurnýtsluna av pappíri og pappi. Ikki færri enn 29 filmar komu inn, tá samanum kom. Dómsnevndin gjørdi av at lata trimum teimum bestu filmunum ein vinning. 

Papp-dukkuhúsið fekk fyrsta plássið

Besti filmurin gjørdist “Papp-dukkuhúsið”, sum Jóhanna Katrina Jacobsen hevur gjørt saman við familjuni. Grundgevingin hjá dómsnevndini var at, “Gjøgnumhugsaða hugskotið, fangandi myndirnar, skilagóða gentan og tey góðu ráðini um endurnýtslu av pappíri og pappi gjørdi, at dómsnevndin valdi henda filmin til at vera tann besta í kappingini.

Umframt heiðurin fekk Jóhanna eisini 15.000 krónur. 

Papp-dukkuhúsið hjá Jóhonnu Katrinu Jacobsen við familju:

Papp-dukkuhusid

 

Drongur teknar á øðrum plássi

Filmurin “Drongur teknar”, sum Aron Mikkelsen hevur gjørt, fekk aðru virðislønina. Grundgevingin hjá dómsnevndini var hendan: “Tær frálíka góðu tekningarnar og skilagóða røddin, sum gevur góð ráð um at endurnýta papp og pappír, gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin at vera tann næstbesta í kappingini.” 

Umframt heiðurin fekk Aron eisini 7.000 krónur.

Drongur teknar: 

Drongur_teknar_Umhvorvisstovan_2018

 

Pappírsflog nummar trý

Á triðja plássi var “Pappírsflog”, sum næmingar í lærugreinini “miðlakunnleiki” á Glasi hava gjørt saman við lærara teirra, Hermann Eliassen.

Dómsnevndin grundgav soleiðis: “Hugtakandi og tankavekjandi myndirnar og einfaldi boðskapurin gjørdi, at dómsnevndin metti henda filmin sum tann triðbesta í hesi kappingini."

Triðja virðislønin var eitt gávubræv upp á 3.000 krónur.

Pappirsflog_Umhvorvisstovan2018
 

Filmskappingin varð fíggjað av smásamfelagsbólkinum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, IRF og Tórshavnar kommunu. Tað var Maria Gunnleivsdóttir Hansen saman við Heidi Mortensen frá Umhvørvisstovuni, sum tók stig til kappingina.

Allir tríggir filmarnir vera at síggja í “Gevið gætur” sendingunum hjá Kringvarpinum seinni í vetur.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010