Liva í vónini um felags fótbóltslið

Liva í vónini um felags fótbóltslið
Fótbóltsfeløgini í Suðuroy hava ikki slept vónini framhaldandi at hava eitt felags fótbóltlið í oynni.
Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy.
 
07.11.2018 - 09:15

Tað sigur Julius Vest frá FC Suðuroy við Suðuroyaportalin.

Hann sigur, at FC Suðuroy hevði samtykt á fundi fyrr í ár, at um samstarvið skuldi halda fram, so ynsktu tey eitt javnbjóðis samstarv, felags roknskap, nýtt felag og nýtt navn, umframt at spælast skuldi bæði í Vági og í Trongisvági.

Tað hevur tó verið torført at fingið semju í lag um hesi viðurskiftini.

Eitt nú hevur nevndin í TB sagt við hini feløgini í samstarvinum, at tey ynskja ikki at spæla dystir í Vági, hóast ein munnlig avtala varð gjørd um júst tað.

Nú hevur TB boðið nevndini í FC Suðuroy á fund í næstu viku fyri at fáa endaliga uppá pláss, hvørt samstarvið skal halda fram.

Verður niðurstøðan á tí fundinum, at grundarlag ikki er fyri einum samstarvi, fara feløgini endaliga aftur hvør til sítt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819